Hillary og Obama vunnu hvør sín sigur

Hóast sigurin hjá Hillary í Kentucky var trivaligari enn tann hjá Obama í Oregon, so er eingin ivi um, at tað verður Barack Obama, sum verður forsetavalevni hjá demokratunum Tey bæði demokratisku forsetavalevnini, Hillary Clinton og Barack Obama, vunnu hvør sín sigur á undanvalunum, sum vóru í gjár. Hillary Clinton fekk 65 prosent av atkvøðunum í Kentucky og Obama 30 prosent. Í Oregon vann Obama við 58 prosentum, meðan Hillary fekk 42 prosent.

Hóast sigurin hjá Hillary Clinton var størri í Kentucky, enn sigurin hjá Barack Obama var í Oregon, so tykist eingin ivi at vera um, at tað verður Barack Obama, sum í november fer at kappast við John McCain um forsetasessin.

Í nátt staðfesti Obama í røðu í Iowa ? statinum har hann í januar púra óvæntað vann fyrsta undanvalið ? at nú hevur hann vunnið meiri enn helmingin av fólkavaldu valmonnunum. Kortini vildi Obama ikki siga, at hann nú hevur tryggjað sær rættin at stilla upp. Hetta halda eygleiðarar hann ikki gjørdi, tí hann ikki vil eyðmýkja Clinton fólkini, sum hann fer at hava brúk fyri, um hugsningur skal verða um at vinna á McCain í november.

Nú er tað upp til tey sokallaðu superdelegeraðu at gera av, hvør skal verða forsetavalevni. Hesi eru eitt nú tey fólkavaldu hjá demokratunum og serlig álitisfólk.