Hillary og McCain strúka avstað

Teir floksskrásettu veljararnir í USA vilja hava Hillary Clinton og John McCain til forsetavalevni Tað er líkt til, at uppstillingarvalið í New Hampshire í vikuni hevur havt stóran týdning fyri teir báðar vinnarnar, John McCain og Hillary Clinton.

Einkanning hjá CNN vísir, at 34 prosent av teimum skrásettu republikonsku veljarunum vilja hava John McCain til valvni á forsetavalinum í heyst. Fyri einum mánað síðani vóru tað bara 13 prosent, sum søgdu tað sama.

Teir skrásettu veljararnir hjá demokratunum eru heldur ikki í iva. Í kanningini hjá CNN siga heili 49 prosent, at tey vilja hava hana til forsetavalevni. Barrack Obama fær stuðul frá 36 prosentum.