Hillary Clinton basti Barrack Obama á uppstillingarvalinum í Nevada í gjár Hetta er annar sigurin hjá Hillary Clinton, men munurin millum hana og Barrack Obama var ikki stórur. John Edwards fekk hinvegin fáar atkvøður í Nevada.
Meiningakanningarnar upp undir valið vístu, at Hillary Clinton fór at vinna tepurt, og so varð.
Hjá republikanarunum vann Mitt Romney í Nevada.









