Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, er flutt á sjúkrahús við einum blóðtøppi, sum er ein avleiðing av, at hon svímaði og fekk heilaskjálvta fyrr í mánaðinum.
Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Philippe Reines, sigur, at í sambandi við eina kanning í gjár bleiv staðfest, at ein blóðtøppur var komin í heilan, og at hann stavar frá heilaskjálvtanum.
-Hon verður viðgjørd við blóðtynnandi heilivági á New York-Presbyterian Hospital, og læknarnir skulu halda eygað við henni teir næstu 48 tímarnar, sigur Philippe Reines.
Hillary Clinton er 65 ára gomul.









