Hillary Clinton í andróðri

Vælvitandi keldur í Washington vilja vera við, at Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, stríðist við at varðveita støðu sína í stjórnini Sambært keldunum er støða hennara viknað eitt sindur aftan á uttanlandsferðina hjá Barack Obama, forseta, og eftir at Joe Biden, varaforseti, hevur úttalað seg um ymisk uttanríkismál.

Reginald Dale, blaðmaður hjá Center for Strategic and International Studies, sigur við Reuters, at Hillary Clinton er eitt sera gott umboð fyri USA í útlondum, tí fólk hava álit á henni.

Men tann stóri spurningurin er, hvussu stóra ávirkan hon hevur á tað, sum hon sigur og ger, sigur blaðmaðurin.