Hillary Clinton aftur til arbeiðis

Tann seinasta mánaðin hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, ikki verið til arbeiðis vegna sjúku, men í dag byrjar hon aftur.

Hillary Clinton fekk eina magasjúku tann 7. desember eftir eina ferð í Evropa. Hon misti nógva vætu úr kroppinum og svímaði, og seinni kom fram, at hon hevði fingið ein blóðtøpp aftan fyri annað oyrað. Hon varð flutt á sjúkrahús, men slapp heim aftur mikukvøldið í síðstu viku.

Hillary Clinton fer úr uttanríkisráðharrastarvinum seinni í hesum mánaðinum. John Kerry, senatorur, tekur við.