Hillary bíðar til í morgin

Í morgin fer Hillary Clinton væntandi at boða frá, at hon gevst við valstríðnum Hillary Clinton hevur sagt, at hon vil hava stundir til at hugsa seg um, men eygleiðarar vænta nú, at hon í morgin fer at boða frá, at hon gevst við valstríðnum.

Samstundis fer hon at boða frá, at hon styðjar Barrack Obama sum forsetavalevni.

Tann stóri spurningurin er, hvat Hillary Clinton fer at krevja aftur fyri at styðja Obama. Summi gita, at hon verður varaforsetavalevni hansara, men onnur halda, at hon kanska verður hægstarættardómari.