Hildur og Peter Gram halda í ár jól í teirra sera hugnaligu, friðaðu, og søguligu húsum, í Nyboder, Keypmannahavn. Um jólini eru tey seks fólk samlaði. Umframt tey bæði eru tað teirra trý børn, og makin hjá einum av børnunum, ið halda jóladagarnar saman, eins og seinastu jól.
- Orsøkin til at vit halda jól í Keypmannahavn er tí at vit búgva her í løtuni. Børnini búgva eisini her í Danmark, ímeðan tey eru lesandi, sigur Hildur.
Hildur sigur at tey vildu øll fegin hildið jól heima í Føroyum, men tað verður nakað dýrt, at fara heim øll.
- Vit fóru í Sankt Pauls kirkju kl 16 jólaaftan at hoyra jólaguðstænastuna við Kathrine Lilleør, sum er okkara nýggi prestur, og altíð er áhugaverd at hoyra. Um 18 tíðina var farið til borðs at eta dunnu. Síðani pakkaðu vit gávur upp, og so varð dansað einar 3 sangir. Eisini spæla vit altíð borðspøl um jólini, sigur Hildur.
Í dag, annan jóladag, fer øll familjan til Odense at vitja beiggja Peter við familju, og tað er altíð hugnaligt.
- Hjá beiggja Peter er tað traditión at vit spæla spøl og hava ymiskar stuttligar kappingar, og so er tað eisini altíð so hugnaligt at øll systkinabørnini hittast, so tað gleða vit okkum til, sigur Hildur.
Hildur, ið flutti til Keypmannahavnar um summarið í 2013, sigur, at hon saknar at ganga runt í tí lítlu gomlu Havnini og møta fólkið. Eisini saknar hon at fara út á grøvina hjá foreldrunum.
- Eg sakni at halda jól heima í Føroyum í barndómsheiminum hjá børnunum. Eg havi følt heimlongsul nú um dagarnar, tá eg havi sæð vakrar kavamyndir úr Føroyum á facebook, ímeðan vit niðri hava tað vit vanliga kalla "føroyaveður", sól og regn sama dag, sigur Hildur, ið ynskir øllum í Føroyum eini gleðilig jól og eitt gott komandi ár.