Svimjing
Leygardagin og sunnudagin var NJM í Södertälje i Svøríki. Svimisambandið sendið hesuferð 2 svimjarar, Hildur á Fløttu úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag. Landsliðsvenjari var Petur Heðin á Fløtti, og leiðari Maud Poulsen úr Svimjisambandinum.
Í stuttari viðmerking sigur Petur Heðin á Fløtti at NJM sum altíð er ein stór avbjóðing fyri okkara svimjarar, serstakliga tí at kappingarstøðið er so høgt. Tær báðar Helena og Hildur hava nú roynt seg í altjóða kapping, og hetta fær eina góða ávirkan. Nakrar persónligar tíðir vórðu betraðar, men føroysku svimjararnar vóru ikki á sigurspallinum
Svimjisambandið fer í januar 2009 at leggja kravtíðir til NJM í 2009 og 2010, og í hesum sambandi fer at verða úttikið eitt NJM-bruttolið av fyrsta- og annað-ársjuniorum.










