Hildu teimum væl

- Ja, tað er altíð keðiligt, tá mál fer ígjøgnum somikið seint í dystin, staðfesti Gunnar á Steig alt fyri eitt, tá tosað verður um dystin sunnudagin.
EB/Streyma-málverjin hevði annars ikki ein av sínum strævnastu døgum, og hann helt avgjørt, at teir høvdu havt takið á B36.
- Eg skal ikki siga, at talan var um ein so góðan fótbóltsdyst, men vit vóru í øllum førum fult so góðir sum teir, heldur hann.
Spurdur, hvørt tað var javnleikin, ið teir komu til Havnar eftir, helt hann, at tað var í øllum eitt úrslit, sum teir høvdu verið nøgdir um.
- Vit royndu at halda tætt, og so kanska taka møguleikan, um hesin beyðst, og tað var eisini nær við, at tað eydnaðist. Handan royndin frá Egil hevði helst eisini farið inn hjá einum og hvørjum øðrum málverja.
- Og so skora teir altso ístaðin. Vit fáa ikki ruddað burtur, og tá innleggið kemur, er Óbi akkurát skjótari enn eg á bóltinum, suffar Gunnar.

Nøgdir um byrjanina
Hóast tapið sunnudagin, so tykjast spælararnir hjá EB/Streymi tó at vera hampuliga væl nøgdir um fyrstu trý umførini.
- Vit hava so fingið fýra stig, so tað er ikki heilt so galið. Vit hava eisini havt bæði sjúkar og skaddar spælarar, og við útidystum móti GÍ og B36 og einum heimadysti móti Skála, hevur talan heldur ikki verið um lættar uppgávur.
- Verupartin hava vit í øllum førum verið sera væl nøgdir um, men enn restar so nakað í, áðrenn álopsparturin riggar nóg væl.
Og Gunnar staðfestir at enda, at málið hjá felagnum enn einaferð er at betra seg.
- Tað er so tað, sum vit medda eftir. Og eg haldi eisini, at vit eiga at hava møguleikan at lyfta okkum upp um miðjuna í ár, staðfestir hann at enda.