Í fótbólti eru mangar løgnar søgur. Tann seinasta løgna søgan er úr Iran.
Besta fótbóltsdeildin í Iran eitur Gulf Pro League, og varð seinasta umfarið í bestu iransku fótbóltsdeildini avgreitt farna fríggjadag.
Spælarar og fjepparar hjá liðnum Tractor Sazi hildu seg hava vunnið iranska meistaraheitið eftir javnleik 3-3 á heimavølli, samstundis sum argastu kappingarneytarnir í deildini, Sepahan spældi javnleik 2-2 í sínum dysti, og harvið endaði Tractor Sazi eitt stig frammanfyri Sepahan.
Spælararnir og fjeppararnir hoppaðu og dansaðu av gleði um iranska meistaraheiti inni á leikvøllinum hjá Tractor Sazi, men brádliga tagnaði fagnaðurin. Tá frættust knappliga boðini, at Sepahan ikki hevði spælt javnleik 2-2 í sínum seinasta dysti, men høvdu hinvegin vunnið sín dyst 2-0, og tí var Sepahan, tá talt var saman eitt stig frammanfyri Tractor Sazi í bestu iransku fótbóltsdeildini.
Nú bleiv fullkomin ruðuleiki á leikvøllinum hjá Tractor Sazi. Fleiri fjepparar vóru frá sær sjálvum av øði og vónbroti, og eldur varð festur í fleiri setur á leikvøllinum, og herverk var framt kring allan leikvøllin.
Venjarin og spælararnir hava sera torført við at vinna á vónbrotinum, aftaná at hava verið í einum stórum gleðisrúsi í nakrar minuttir til veruliga úrslitið hjá Sepahan kom fram, og bleiv staðfest.
Og myndini síggjast fjepparar hjá Tractor Sazi feira meistaraheiti. Myndin er tikin lítla løtu áðrenn sannleikin um endaligu støðuna í bestu iransku fótbóltsdeildini kom fram.










