AB tapti tepurt 1-2 ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í dag.
Royndi miðvallarin hjá AB, Bárður Olsen heldur, at AB átti at fingið fríspark í sín lut tá B36 javnaði til 1-1, tí Jónas Stenberg lá niðri við skaða.
Bárður Olsen staðfestir, at leikliga var B36 betri enn AB, men hann undirstrikar, at AB hevði minst líka nógvar stórar málmøguleikar og kundu tí fingið okkurt burturúr dystinum.
Bárður Olsen vónar, at marginalarnir skjótt fara at koppa til AB aftur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Bárð Olsen í sendingini "Triði Hálvleikur".
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER