Samskiftismøguleikarnir eru so góðir í dag, at rættiliga nógv kann lata seg gera, tó at fólk ikki eru savnaði undir sama taki, somu bygd - ella á somu hálvu á jørðini.
Í gjár hevði Kampingfelagið í Føroyum nevndarfund, og hóast menn ikki vóru staddir undir sama taki, læt hetta seg saktans gera á skype.
Ein av nevndarlimunum sat í Hósvík, ein í Havn og ein var staddur í Norðsjónum. Men, væl bar til, og nevndarfundurin vardi í hálvan annan tíma.
- Hetta er ikki fyrsti nevndarfundur hjá okkum á skype. Eina aðru ferð var ein í Danmark, ein í Italiu - og ein var staddur í Norðsjónum, sigur Kampingfelagið.