Hildu jól í Havn

Um vikuskiftið var skjøtil settur á jólini í Havn. Leygardagin var jólatræið á Vaglinum tendrað. Har vóru røðu hildnar av Jan Christiansen, borgarstjóra og Hera Joensen, presti. Ung Stjørnuskot sungu á Glade Hjørn, og jólamenn gingu í býnum og góvu børnum góðgæti

Tórshavnar Sløkkilið er eisini vorðin fastur fúsur til jólahaldið í Havn við gamla Triangel brandbilinum frá tríatiárunum, ið eisini setir serligan dám á.
Sunnudagin skipaði Lions fyri jólahaldi í Viðarlundini í Havn, har nógv fólk leitaði sær í góðveðrinum.
Hornorkestrið GHM spældi jólaløg, meðan fólk høvdu høvi at keypa sær heitt kakao ella kaffi og vaflur og bollar. Eisini í Viðarlundini vóru jólamenn í jólahýri og gleddu børnini.
Jólatrøini á Argjum, Hvítanesi, Norðradali og í Kollafirði verða tendrað næsta vikuskifti.