Skeiðini á einum háskúla kunnu kanska kennast long, men tá fyrstu vikurnar eru farnar, og talt verður niður til skeiðið fær ein enda, tykist tíðarskeiðið kanska at hava gingið skjótt. Og júst sum øll kennast væl, so fara øll aftur hvør til sítt.
Á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni er heystskeiðið 2020 við at enda.
Men innan øll fyrst í desember fara hvør til sítt, gjørdu tey bart, og hildu jól saman. Ein mánað ov tíðliga, nevniliga 24. november. Sostatt hava næmingarnir ikki bert havt háskúlaupplivingarnar saman, men eisini hildið jól saman.
Á Facebook vanganum hjá Ítróttaháskúlanum eru góðar myndir frá - helst fyrsta - jólahaldinum í Føroyum í ár. Jóni Brandsson Christiansen tók myndirnar, sum vit hava lænt nakrar av her.
##med2##
##med3##
##med4##