Hildu ikki tilmælini um korona

Men tað vardi kortini ikki leingi

Klokkan 22.30 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tvey skeinkistøð í Havnini høvdu opið. Sostatt hildu tey ikki tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við korona, tí fyri at forða fyri smittuspjaðing, hava myndugleikarnir mælt til at kaffistovur, matstovur og skeinkistøð lata aftur í seinasta lagi klokkan 22.

Løgreglan sigur, í tí eina staðnum, vóru eini 20 fólk inni og nøkur stóðu eisini úti. Men løgreglan sigur eisini, at tað var ikki so leingi, at tað var opið, tí ein hálvan tíma eftir midnátt, var stongt aftur báða staðni.

Annars er frítíðarlønin komin, so fólk hava havt nakað av pengu um hendi og tað sást aftur í býarlívinum í nátt, tí løgreglan sigur, at tað var nógv fólk í býnum í nátt. Og tey siga eisini, at tað var misjavnt, hvussu tað gekk at halda tilmælið um at vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum.

Løgreglan gjørdi ikki nakað við tað, tí tað hava tey ikki heimild til, uttan at tosa við tey um tey tilmæli, myndugleikarnir hava sett út í kortið fyri at forða fyri at korona-smittan breiðir seg.