Um níggju tíðina í gjárkvøldið fekk MRCC-støðin fleiri fráboðanir frá persónum, ið varnaðust eitt hvítt ljós, ið blinkaði nærhendis Hvítanes.
Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir fyri in.fo, at boð vórðu send eftir manningini umborð á LÍV Rescue.
- Vit fingu fyrstu fráboðanina um níggju tíðina í gjárkvøldið. Fólk hildu, at onkur møguliga var í neyð, so vit sendu boð eftir LÍV Rescue at kanna málið.
Av tí at talan ikki var um eitt reytt ljós, so valdi MRCC-støðin fyrst at senda LÍV Rescue at kanna málið, áðrenn ein víðkað leiting varð sett í gongd.
- LÍV Rescue var hjá ljósinum einar 10-15 minuttir aftaná fyrstu fráboðanina, men tað vísti seg einans at vera ein stongboya, so meira varð ikki gjørt við tað, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Boyan var stadd einar 300-500 metrar sunnanfyri Hvítanes, tá LÍV Rescue kom fram á hana.