Fyrrverandi tennisstjørnan Anna Kournikova og tónleikarin Enrique Iglesias hava verið par í nøkur ár, og hóast Kournikova er givin at spæla tennis, er áhugin fyri henni framvegis stórur. Iglesias roynir framvegis at føra tónleikin hjá sær fram, og tað gongur hampuligt. Tey bæði hildu nýggjár á vestindisku oynni Saint Barthelemy, og har hugnaðu tey sær millum annað á vatnskotara. (Mynd: Scanpix)