Hildu eldur var í Saltsiloini

Tvær ferðir í dag eru brandbilar farnir ýlandi avstað, tó tíbetur hava teir ikki verið neyðugir.

Tvær fráboðanir um eld ymsa staðni í landinum komu at kalla samstundis, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Tí eins og ein lítil eldur kyknaði orsaka av sveisiarbeiði í hangarinum á flogvøllinum í Vágum, so vóru eisini boð um eld í Saltsiloini á Tvøroyri.



Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at boð kom um, at eldur var í. Men tá ið átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum á Tvøroyri kom á staðið vísti tað seg, at tað var falskur alarmur.

 

 

 

Arbeiðsfólk vóru í Saltsiloni, og hesi høvdu pussað betong. Og støvið frá betonginum ávirkaði fráboðanarskipanina so, at boð komu um eld.