Fyrstu ferðafólkini, sum keyptu ferðaseðil við nýggju Norrønu eru av Tvøroyri og tey bíløgdu sær ferðaseðilin tíðliga í mars mánað og fóru umborð mánadagin, tá Norrøna fór úr Lübeck. Tey eru Óli og Hildur Johansen. Tey eru sera fegin um nýggja skipið og umstøðurnar umborð. Fyri tey er jomfrúferðin hjá Norrønu eisini nakað heilt serligt. Í dag (mikudag) fyllur Hildur 50 ár. ?Eg valdi at halda føðingardagin umborð á nýggju Norrønu, og tað irði eg meg ikki um. Her er frálíkt umborð, hetta er eitt skip, sum føroyingar kunnu vera stoltir av sigur Hildur, sum nú fer at halda sín fimti ára dag umborð. Hon letur heilsa øllum heima.