Hildnir fyri rukku

Seinkanin hjá føroyska liðnum líktist at enda einum tragikomiskum glantrileiki , har neyvan nakar mundi vita, hvat vendi upp ella niður

Larnaga Airport, Cypros: Seinkanin á Larnaga, sum at byrja við tóktist vera til at yvirkoma, menti seg sum sunnudagurin leið til eina bíðitíð, har føroyska ferðalagið mest av øllum tóktist vera hildið fyri gjøldur.
Fyrstu boðini vórðu annars, at flogfarið skuldi fara av flogvøllinum kl. 19.00, men hetta varð í tveimum umførum útsett við tveimum tímum. Seinastu ferðina enntá við boðum um, at flogfarið nú var farið úr Newcastle, og at tað skuldi seta seg í Larnaca um 22?tíðina.
Bikarið var tó um at flyta yvir, tá menn sótu á flogvøllinum og bíðaðu. Leingi stóð á telduskíggjunum, at ferðafólk til Dublin skuldu fara umborð á flogfarið kl. 22.30, men tað kom ongantíð fram, hvørja gate farðast skuldi til. Tá ein broyting so loksins kom á skíggjan, var hendan als ikki til tað betra. Brádliga stóð flogfarið hjá Helios als ikki á skíggjanum, og einamest mundu føroyingarnir nú undrast um, hvat ólukkan tað var, sum gekk fyri seg. Ikki fyrr enn góða løtu seinni komu boðini um, hvar farast skuldi umborð á flogfarið, sum nú var eitt leiguflogfar, ið var fingið til vega fyri upprunaflogfarið, sum tóktist vera burturblivið med alla.
Klokkan 01.30 mánamorgunin kundi kósin so setast móti Dublin, og klokkan mundi vera úti við fimm, áðrenn leikararnir loksins kundu fara inn á hotellið, har bleytu sengurnar í nærum eitt samdøgur høvdu bíðað eftir teimum.

Verri fyrireikaðir
Og tað er einki at ivast í, at hetta nú var um taka alla gleðina og allan stuttleikan, sum leikararnir hóast alt høvdu upparbeitt gjøgnum dagin, aftur. Og eisini føroyski landsliðsvenjarin tóktist vera væl og virðiliga irriteraður, nú ferðin aftur dróg út.
- Sjálvandi er tað ikki optimalt, at vit soleiðis mugu bíða í tíma eftir tíma. Men hinvegin, so má eitt flogfelag jú altíð tryggja sær, at trygdarkrøvini verða yvirhildin. Og tað er so betri at bíða, til tað er heilt víst, at flogfarið er í nóg góðum standi.
Spurdur, hvørt hetta nú var nakað, sum var um at ganga út yvir fyrireikingarnar til komandi dystin, segði Henrik, at tað fór alt meira at líkjast tann vegin.
- Vit hava jú millum lítla og onga regluliga hvíld havt síðani dystin í gjár. Og nú koma vit so ikki upp á pláss fyrr enn einaferð í nátt. Tá onnur lið spæla, plaga tey jú at ferðast beina leið eftir dystin, og tað hava vit so ikki gjørt hesaferð.
- Og nú mugu vit jú laga okkara fyrireikingar eftir hesum. Venjingin fyrrapartin í morgin verður helst avlýst, og so mugu vit bara vóna, at leikararnir fáa nakað av hvíld á flogferðini, og so sleppa at slappa ordiliga av á hotellinum.
Men er alt hetta so eisini nakað, sum kann ávirka avrikið í dystinum mikudagin?
- Tað vóni eg sjálvandi ikki, men tað er klárt, at okkara fyrireikingar ikki verða so góðar, sum tær kundu verið. Eg vóni so bara, at tað verður nóg mikið við hvíldini í morgin, og so hava vit hóast alt týsdagin og fyrrapartin mikudagin til fyrireikingarnar staðfesti ein heldur hugtungur Henrik Larsen at enda.