Hildin at vera svakur

PORTRETT: – Fólk hildu meg vera skítsvakan í høvdinum, tá eg ístaðin fyri sóknarongul og hvalvákn, tók filmstólið við í grind, greiðir 81 ára gamli Dánjal Jákup Mortensen frá. Dánjal Jákup er ein av undangongumonnunum innan føroyska filmslist, hvørs ómetaliga virðismiklu upptøkur av samtíðini og gomlum siðvenjum í fimti- og sekstiárunum vóru ókendar fyri stórum pørtum av almenninginum, áðrenn Føroyskar Søgur-verkætlanin fór av bakkastokki í fjør

Hóast likamið er nógv viknað, síðan hann fekk staðfest Parkinson, er sinnið hjá 81 ára gamli Dánjal Jákup Mortensen í Havn næstan eins frískt og fyrsta dagin.

– Støðan? Hon kundi verið betur, er svarið so at siga hvørja ferð, hann fær spurningin.

– Tað svingar rættiliga nógv frá degi til dags, suffar hann eitt sindur, uttan á nakran hátt at vera uppgevandi, hóast sjúkan hevur gjørt hann illa gongdan.

Tað fyrsta, ið lýpur í eyguni, tá ein kemur á gátt hjá Dánjal Jákupi, er, at stovan er skrýdd við alskyns fornlutum, sum hann hevur savnað saman millum ár og dag. Millum allar lutirnar, er ein suppuskál úr postalín frá 1700-talinum; eitt gamalt myndatól frá fyrst í 20. øld; og ein gomul byrsukúla, sum kom undan kavi, tá klædningurin á Fútastovu í Havn varð skiftur. Kúlan sigst stava frá álopinum, sjórænarin Karl von Hompesch, vanliga nevndur Brillumaðurin, framdi á Havnina við skipi sínum Salamine 1. juni 1808. Dánjal Jákup fekk bjargað kúluni, ið handverkararnir annars ætlaðu at blaka burtur.

– Mær hevur altíð dámað væl at samlað upp á gomul ting. Pápi var heilt øðrvísi. Hann blakaði alt burtur. Riggaði tað ikki, blakaði hann tað út. Einaferð blakaði hann gamla brennivínskranan hjá Mortensen á Tvøroyri út, men eg fór út aftur eftir krananum, ið stavara frá fyrst í 1800-talinum, og hann liggur her undir stovuborðinum hjá mær. Eg hugsi, at Tvøroyar fornminnissavn skal hava hann.


Meistarligur myndamaður

Í einum lítlum kassa á stovugólvinum liggur eisini eitt gamalt Bolex 16 mm filmstól. Hóast filmstólið er frá umleið 1960, sær tað út sum fyrsta dagin og melur ómakaleyst, tá ein trekkir tað upp. Gomlu filmstólini høvdu ikki battarí, men skuldu trekkjast upp, eins og ein leikabilur.

– Tað treingir til at smyrjast, men annars er tað í fínasta standi, sigur Dánjal Jákup errin, meðan hann setir seg í djúpa lenistólin.

Dánjal Jákup, ið er ættaður úr Øravík, er ein av undangongumonnunum innan filmslist í Føroyum. Ein meistarligur myndamaður, ið ongantíð brúkti stativ, men hvørs upptøkur hóast tað ikki smæðast burtur í samanbering við tær hjá professionellum filmsmyndamonnum.

Upptøkurnar hjá Dánjal Jákupi Mortensen og øðrum føroyskum filmsundangongumonnum, eitt nú Jákup Andreas Arge og Niels L. Arge, eru av álvara komnar fram í ljósmála í sambandi við Føroyskar Søgur-verkætlanina hjá Eik og Substanz. Næsta filmsfløgan í røðini verður í handlunum fyrsta dagin, og ásannast má, at tað hevði verið torført at framleitt hesar filmsfløgur uttan stóra væl viljan frá gomlu filmsundangongumonnunum og familjum teirra.


Bumbaða Saltsølan

Dánjal Jákup Mortensen er eisini fegin um, at hansara upptøkur nú koma til sín rætt, og hann livnaðar ordiliga upp, tá prátið kemur inn á Føroyskar Søgur.

– Hava tit fingið fatur á upptøkunum av vígsluni av Christianskirkjuni? spyr hann alt fyri eitt, og fær eitt játtandi svar. Upptøkurnar verða brúktar í sambandi við eitt kapittul um stóru menningin, ið Klaksvíkin hevur upplivað síðstu 100 árini.

– Tað er gleðiligt, at upptøkurnar nú verða brúktar. Eg vænti ikki, at tað annars hevði hent, um tit ikki vóru farnir undir at gera Føroyskar Søgur, staðfestir Dánjal Jákup avgjørdur.

Áhugan fyri myndatøku fekk Dánjal Jákup Mortensen longu sum tannáringur.

– Vit áttu eitt lítið myndatól - eitt lítið kassaapparat. Tá týsk flogfør høvdu bumbað Saltsøluna á Tvøroyri, sníkti eg meg inn í Saltsøluna at taka myndir. Tað var fyrstu ferð, eg royndi meg sum myndamann. Eg mundi vera okkurt um 15 ára gamal. Tað var ómetaliga spennandi, tí bretar høvdu sett strangt forboð móti at taka myndir. Síðan tá havi eg verið sera bitin av myndatøkuni.

Tað var meðan hann búði í Keypmannahavn, har hann beint eftir kríggið fyrst lærdi til fínmekanikara og síðan arbeiddi sum flúgvimekanikari fyri amerikanska flogvápnið, at Dánjal Jákup keypti sær sítt fyrsta filmstól. Eitt 8 mm Bolex.

– Tað var í 1952. Eg helt, at tað kundi vera stuttligt at eiga, og filmaði tað, ið hevði mín áhuga.

Skjótt var greitt, at evnini at handfara filmstólið vóru góð. Upptøkurnar frá sekstiárunum av, tá Tjadrinum fer frá landið og stevnir út um molan, og grundarsteinurin verður lagdur undir nýggja landssjúkrahúsinum, teljast millum flottastu upptøkurnar á fyrstu filmsfløguni í røðini Føroyskar Søgur. Á næst fløguni, eru tað serliga áðurnevndu upptøkurnar av hátíðarhaldinum í sambandi við at stásiliga Christianskirkjan í Klaksvík verður vígd, ein leggur til merkis.


Legði Jákup Andreasi lag á

Tað var eisini Dánjal Jákup, ið upprunaliga legði Jákupi Andreasi Arge lag á. Jákup Andreas Arge gjørdist sera grammur at filma og er størsti privati veitari av filmum til Føroyskar Søgur-verkætlanina.

– Jákup Andreas kom til mín og spurdi, hvussu man gjørdi. Hann hevði lánt eitt 8 mm filmstól og visti, at eg tók film. Vit kendust ikki áðrenn, tí eg eri uppvaksin í Øravík, hann í Havn.

Teir báðir gjørdust filmsvinmenn og framleiddu eisini størri dokumentarfilmar saman, eitt nú um ræning á Trøllhøvd, og í 1961 fylgdu teir umboðum frá reiðarínum P/F Tórshavnar Trolarafelag niður til smiðasmiðjuna Navalis Uniao Fabril í Lissabon í Portugál eftir nýbygda trolaranum Magnus Heinason.  

Hóast teir til tíðir samstarvaðu, eru filmsvinmenninir týðum at síggja á upptøkunum hjá hvørjum øðrum, meðan teir hvør í sínum lagi jakstra bestu myndirnar av einari kongavitjan, einari ólavsøku ella onkrum heilt triðja. Ofta sær út til, at kappingin um góðu upptøkurnar er hørð, og teir ganga eitt sindur um beinini á hvørjum øðrum.

– Eg plagdi at arga Jákup Andreas og siga, at hann forðaði mær í at taka film, tí hann allatíðina gekk fyri. Tá kundi hann blíva eitt sindur illa við, inntil hann fann út av, at eg bara skemtaði, minnist Dánjal Jákup, meðan eitt skálkabros breiður seg um varrarnar.


"Tillader de?"

Tað kravdi eisini ofta nógvar snildir at sleppa framat og fáa góðu upptøkurnar í kassan. Tá nýggja og sera snotiliga Christianskirkjan í Klaksvík skuldi vígast í 1963, var stórur gravgangur eftir at sleppa at filma hesa shending. Dánjal Jákup Mortensen slapp, sum ein af heilt fáum filmsfólkum, inn í sjálva kirkjuna at filma.

– Eg royndi fyrst inngongina høgrumegin, tá eg á føroyskum spurdi, um eg kundi sleppa inn at filma. Har stóð eitt konufólk og segði "korta nei". So fór eg yvir til hina inngongdina og spurdi á donskum: »Tillader De?« Tá slapp eg inn, greiðir Dánjal Jákup brosandi frá.

Boð vóru til tíðir eisini eftir føroysku filmsmonnunum úr grannalondum okkara. Meðan Jákup Andreas Arge týðum gjørdi upptøkur fyri Danmarks Radio, gjørdi Dánjal Jákupi onkuntíð upptøkur fyri íslendska sjónvarpi.

Tað var tó, sambært Dánjal Jákupi, ongantíð upp á tal millum teir, ið filmaðu, at skipa virksemið í eitt films- ella framleiðslufelag.


Myndugleikarnir spentu bein

Tað er synd at siga, at Dánjal Jákup Mortensen og hinir filmsundangongumenninir blivu stimbraðir í teirra eldhugi fyri at menna eina føroyska filmsmentan í fimti- og sekstiárunum. Heldur tvørtur ímóti, varð bein nærmast spent fyri teimum. Tollurin á kostnaðarmiklu filmsrullunum var nevniliga 100 porsent.

– Ein rulla við trimum minuttum av ráfilmi kostaði 250 krónur við tolli. So tú kanst ætla, tað bleiv spart upp á filmin, tí lønarlagið var væl lægri tá. Hetta var ikki gott, tí tað ringasta, ein myndamaður yvirhøvur kann gera, er at spara upp á filmin, tí tað gongur út yvir dygdina. Senurnar verða ov stuttar, og fokus verður flutt frá tí, ið tú skal filma, til hvussu nógvan film, tú hevur eftir, hugleiðir gamla filmskempan.

Dánjal Jákup hevur tann dagin í dag ikki ordiliga fyrigivið myndugleikunum, at teir ikki vildu stuðla, eitt nú við at afturbera ella avtaka tollin á ráfilmi.

– Vit vóru fleiri ferðir út í landsstýrinum og spurdu, men svarið var, at vit kundu jú fortjen eina rúgvu av pengum burtur úr okkara frítíðarítrivi, men tað var nakað tvætl. Filmsupptøkurnar vóru ein risa undirskotsforrætning fyri okkum.

Einki rein við, tí eingin í landsstýrinum hevði so frætt av framskygni at síggja stóra virði í filmsarbeiðinum hjá hesum undangongumonnunum.

– Vit bjóðaðu okkum at ferðast frá sunnast til norðast í landinum við filmstólinum og skjalfesta øll tey áhugaverdu fólk og støð, vit møttu á okkara ferð, sum eitt slag av afturbering til samfelagið, fyri at sleppa undan tollinum. Men tað vóru mynduleikarnir heldur ikki áhugaðir í at stuðla, staðfestir Dánjal Jákup harmur.

Tað er torført ikki at harmast við Dánjal Jákupi Mortensen, tí tað hevði verið áhugavert at sæð, hvat okkara meistarligu filmsamatørar høvdu fingið burtur av ómetaliga filmsdýrgripum.


Ólavsøkan hin sama

Á ólavsøku verður høvi hjá gestunum at síggja eitt sindur av tí, ið verður at finna á næstuu filmsfløguni í røðini Føroyskum Søgum 2, í Miðlahúsinum. Onkursvegna sømir tað seg væl, at ólavsøkan er karmur um útgávuna av Føroyskum Søgum 2, tí ólavsøkan er kanska mest filmaða fyribrigdi í Føroyum yvirhøvur. Á Føroyskum Søgum 1 var ein heilur filmur, ið Jákup Andreas Arge hevði filmað og sett saman um ólavsøkuna í 1959.

Eisini Dánjal Jákup Mortensen hevur filmað nógvar hátíðarligar eins væl og vertsligar løtur á ólavsøku. Hann hevur verið Hóast nógv er broytt, síðan ein sá okkara filmsundangongumenn ganga í gøtunum við filmstóli í hendi í fimti- og sekstiárunum, so er ólavsøkan grundleggjandi hin sama, sambært Dánjal Jákupi. Og tó.

– Ólavsøkan er hin sama. Fólk ganga oman og niðan eftir áarvegnum og fara til kappróður og kappríðing. Men eg haldi, at menn vóru fyrri fyrr - ja, altso, teir blivu skjótari fullir. Tað var ikki so lætt at fáa fatur í onkrum drekkandi tá í tíðini, so um teir sjálvir ikki høvdu nakað, ráddi um at drekka ríkiligt, hvørjar ferð møguleikin var har. Og tað beit seg sjálvan í halan.