Hildigunn Tausen viðurkent listarfólk

Føroyski útisetin, Hildigunn Tausen, er sum frálíður í ferð við at gerast ein kendur og viðurkendur listarmaður í Danmørkini.

Føroyski útisetin, Hildigunn Tausen, er sum frálíður í ferð við at gerast ein kendur og viðurkendur listarmaður í Danmørkini.

 

Í 2007 flutti hon til Fjón at lesa til psykuterapeut. Har breyðføðir hon seg dagin í dag sum petagogur og listarmaður.

 

Hildigunn hevur allar dagar verið sera bergtikin av náttúruni, serstakliga tí føroysku, og tað bera málningar hennara boð um.

 

Hon hevur verið á skeið hjá kenda danska listarmanninum, Preben Bech, og hevur sum frálíður havt fleiri framsýningar ymsa staðni i det ganske danske land, eina mest á Fjóni.

 

Saman við øðrum hevur hon eitt gallarí - Det Fynske Galleri - í lítla býnum Indslev, har veittrandi føroysk fløgg bera boð um, at her ber til at síggja málningarnar hjá eini klettsterkari kvinnu.

 

Fyrsta framsýning hennara var í smiðjuni í Lítluvík. Hetta var í 2011.