Hildibjartur við risatoski

Nógvir stórir toskar eru veiddir millum ár og dag, og hesin man teljast millum teir heilt stóru.

Viðhefta mynd er tikin umborð á norska trolaranum Kågtind hjá Nergård Havfiske 2. desember í ár. Teir fingu risatoskin norðarlaga í Barentshavinum.

 

Tað er nólsoyingurin, Hildibjartur Joensen, ið stendur við toskinum, sum er 161 sentimetrar langur og vigar 48,7 kilo.

 

Søgan sigur okkum, at nógvir stórir toskar eru veiddir millum ár og dag, og lítið man vera at ivast í, at hesin telist millum teir heilt stóru.