Hilbert Elisson tikið sæti á Løgtingi

Á tingfundinum í gjár bað Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, løgtingið um at fáa farloyvi og at næsta fólk á listanum tekur sæti.

 

Næsta fólk á listanum hjá Javnaðarflokkinum er Hilbert Elisson. Og av tí, at hann hevur havt sæti á tingi áður, so var ikki neyðugt, at løgtingið skuldi atkvøðu um, hvørt hann skuldi taka sæti. Hann fekk sæti uttan atkvøðugreiðslu.

 

Hóast hetta var fjórði tingdagur, so var triði fundur í nýggju tingsetuni 2016, sum byrjaði á ólavsøku. Umrøðan av ólavsøkurøðu løgmans vardi tveir dagar, sum varð rokna sum ein fundur. Men enn hevur løgtingið ikki verið fullmannað.

 

Á tingfundinum í gjár var Pauli T. Petersen burturstaddur, tí hann umboðar Løgtingið á fundi í Norðurlandaráðnum.

 

Tingmaðurin hjá Nýggjum Sjálvstýri, Bárður Kass Nielsen, hevur sæmbært gerðabókini ikki møtt á tingi hesar fýra tingdagarnar, sum verið hava, og hann hevur ikki biðið tingið um farloyvi.