HighasaKite: Tað verður eitt show

- Vit geva sama show á Summar Festivalinum, sum vit hava givið á teimum stóru evropeisku festivalunum, siga tónleikarar í HighasaKite við tíðindafólki hjá Summarfestivalinum.


Norski poppbólkurin HighasaKite trýnir á pall í kvøld, og fyrireikararnir leggja upp til, at HighasaKite kunnu gera seg galdandi millum alheimsstjørnurnar í næstum.


Í summar hava tey spælt á stóru festivalunum í Roskilde, Glastonbury og aðrastaðni, og í heyst skulu tey á konsertferð í USA.