Talan er um eitt av hægst virdu nøvnunum í Noregi, tey hava staðið ovast á festivalplakatunum í fleiri ár.
Við 14 árum á baki hevur bólkurin megnað tað, ið fægstu bólkar megna. Eftir at gerast eitt heimsnavn við altjóða hittinum Golden Ticket hava tey við støðugum arbeiði, bygt víðari og eru at rokna sum eitt risanavn á norðurlendska konsertpallinum. Alsamt betri og alsamt størri.
Stílurin er stórsligin indie-poppur, og fremst stendur sangarinnan Ingrid Helene Håvik, sum hevur gávurnar, at knýta ektaðar kenslur í løgini, og at fáa hesar at strála av pallinum gjøgnum tónleikin.
Talan er ikki um nakra vanliga konsert. Highasakite hevur eina sjáldsama stórbæra framførslu.
Fyrireikararnir vænta, at hetta verður ein tann mest hugtakandi konsertin, sum nakrantíð er farin fram í Føroyum.
Tey eru væl dámd sum ongantíð áður. Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdu tey eina konsertrøð kring Noreg, sum varð útseld eftir bert fáum minuttum. Eykakonsertirnar eru mest sum eisini útseldar. Tey fara at spæla einar 20 konsertir.











