Sunnudagin og mánadagin er møguleiki at síggja og hoyra sangleikin "High School Musical 2" í Norðurlandahúsinum í Havn.
Tað er 10.floks Sangleikabreytin á eNám, ið framførir sangleikin. Leikurin er bygdur á heimskenda Disneyfilmin við sama heiti. Filmurin varð fyrstu ferð syndur í 2007 og er ein tann størsta Disney Channel succéssin nakrantíð.
Sangleikurin varð sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í mars/apríl mánaði í ár. Móttøkan og afturmeldingarnar vóru sera góðar. Umleið 2.800 áhoyrarar vitjaðu Mentanarhúsið til tær 21 sýningarnar, ið vóru framførdar í Fuglafirði. Nú er so møguleiki at uppliva High School Musical 2 í Norðurlandahúsinum í Havn.
Tað eru umleið 55 næmingar og tveir lærarar á sangleikabreytini í ár. Hesir næmingar koma úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og skúlanum við Streymin. Hetta 10.floks samstarvið nevnist eNám, og er hetta fyrsta árið, samstarvið koyrir.
Sýningarnar verða 7. og 8.mai klokkan 19. Nærri kunning er at finna á www.nlh.fo.