High risk á Tórsvølli

Trygdartiltøkini verða munandi strangari enn vanligt, tá Týskland vitjar á Tórsvølli

FÒTBÒLTUR

Mikudagurin 11. juni verður eftir øllum at døma ein serligur dagur. Tá fer føroyska A-landsliðið hjá monnum á Tórsvøll at spæla móti Týsklandi.
Og hetta fer at merkjast.
Trygdartiltøkini vera munandi strangari enn vanligt er til landsdystir á Tórsvølli. Orsøkin er tann, at hesin dysturin verður mettur sum ein ?High-risk? dystur. Og orsøkin til hetta heitið er Týskland. Allir dystir hjá týska fótbóltslandsliðnum verða mettir sum high-risk orsakað av áskoðarunum. Og hóast øll vóna og kanska rokna við, at alt fer at spæla væl av, so hevur føroyska løgreglan fingið at vitja, at um fimmti sokallaðir hooligans kunnu vera á veg til Føroya í sambandi við dystin.

Einki við
Trygdartiltøkini til dystin fara millum annað at merkja, at hvør einstakur áskoðari verður visiteraður av vaktunum við vøllin. Gongur tú sum áskoðari ikki við til hetta, hevur tú spilt tær pengarnar fyri atgongumerki. Og tað einasta fólk hava loyvi at taka við eru ?bleytir? lutir, eitt nú fløgg. Ongar fløskur, rúsdrekka, trummur ella lutir, sum kanska verða nýttir til at stuðla liðnum við, eru loyvdir inn á Tórsvøll mikudagin 11. juni.
Tað er væl og virðiliga útselt til dystin, umleið 6.000 áskoðarar, verður upplýst hjá Fótbóltssambandinum. Eitt er, at útselt er. Eitt annað er so, at áhugin allastaðni frá er ógvuliga stórur. Eitt stórt lið av fjølmiðlafólki og øðrum koma til Føroya til dystin.
Eisini fíggjarliga fer hesin dysturin at geva FSF slætt borð, eftir seinnu árini við heldur svikaligum úrslitinum.

Løgreglan
Til ein tílíkan high-risk dyst er eisini neyðugt við nógvum trygdarfólkum Talið av vaktum við vøllin er tvífaldað, og løgreglan hevur fyrireika ein størri innsats til dystin. Heili seksti danskir løgreglumenn koma til landið fyri at hjálpa til við trygdartiltøkunum í sambandi við dystin.
600 týskir áskoðarar hava atgongumerki til dystin. Hesir fara at sita fyri seg á langsíðuni við húsið í syðra endanum.
Stóra løgregluliðið fer at ansa eftir hesum, men eisini øðrum fólkum. Hildið verður fast um, at øll fáa somu viðferð.
Og tað verður ikki bert til dystin, at fólk fara at leggja til merkis stórt løgreglulið. Tað verður í eina góða viku.
Royndir aðrastaðni frá, at teir flestu tilburðirnir henda áðrenn ella eftir dystin aðrastaðni enn á stadion. Tískil hevur løgreglan sett eyka fólk á vakta fleiri staðni í Føroyum. Hetta verður bæði gjørt við fólki til gongu og í bilum.
Soleiðis fer løgreglan at vera munandi meira sjónlig í føroyska landslagnu í vikuni, tá Føroyar og Týskland hittast á Tórsvølli.
Løgreglan fer harumframt at hava eftirlit við serliga Norrønu. Passeftirlitið verður framt umborð, og fólk, sum onga orsøk hava at vera í Føroyum, sleppa heldur ikki til landið.
Fólk kunnu, um tey vilja, selja síni atgongumerki til týskarar. Men roknað verður ikki við, at hetta er sannlíkt, tí fólk hava kappast um at fáa fatur á hesum, og hesa upplivingina vilja fólk hava við, verður hildið.
Nøkur atgongumerki eru send út, og tey flestu verða send, soleiðis at fólk hava tey eina lítla viku áðrenn dystin.
Hetta verður gjørt fyri at forða sølu millum manna.

Hugna sær
À tíðindafundi týsmorgunin vóru umboðini fyri Tórsvøll, FSF og løgregluna á einum máli um, at eingin eigur at vera bangin fyri dystinum, og øll eiga at kenna seg trygg.
Týdningarmikið er, at fólk nýta hetta upplivilsi, sum kanska ongantíð verður aftur í Føroyum, varð sagt á tíðindafundinum.
Men trygdartiltøkini eru herd munandi, og hetta skulu fólk hava virðing fyri, um dysturin skal gerast ein uppliving.
Ein annar munur verður eisini, at tað ikki longur er møguligt at ganga við vøllin. Tórsvøllur verður býttur í zonir, sum hava hvør sína inngongd. Toilet og aðrar fasilitetir verða til hvørja zonu.
Ikki alt er komið upp á pláss við Tórsvøll orsakað av verkfallinum, men tað verður á heilt góðari leið til dystin, verður roknað við.