Higartil hevur tað gingið sum ætlað

Sev hevur nú gjørt sólorkuverkið í Sumba eitt sindur størri

Higartil hevur tað gingið sum ætlað. Tað sigur Eirikur Norðberg, verkætlanarleiðari hjá Sev.

Fyrst í desember varð fyrsta sólorkuverk í Føroyum tikið í brúk. Tað varð sett upp á gamla fótbóltsvøllinum á Krossinum í Sumba og nú hevur Sev gjørt tað eitt sindur størri við at seta nakrar sólfangarar upp afturat.

Upprunaliga vendu sólorkuverkið meiri eystureftir fyri at sólin skuldi standa longri á fangaranum. Sólfangararnir, sum venda eystureftir fáa sólina fyrrapartin og sólfangararnir, sum venda vestureftir, fáa sólina seinnapartin. Kanningarnar, sum vórðu gjørdar frammanundan,vístu, at soleiðis fóru tey at fáa mest orku burtur úr.

Men teir fangararnir, sum nú eru settir upp nú, venda í ein beinan sunnan, har middagssólin er bjartast fyri at vita, hvussu nógva orku, tað fer at geva.

Upprunaliga sólorkuverkið, var 240 kW stórt og nú eru 19 kW sett upp afturat fyri at vita, hvussu tað roynist.

Á Sev mettu tey, at sólorkuverkið fór at geva umleið 160 MWt, og tað svarar til nýtsluna hjá umleið 32 húskjum.

Og Eirikur Norðberg sigur, at higartil hevur tað at kalla roynst sum ætlað hóast tað hevur verið neyðugt at gera nakrar stillingar. Hann sigur enntá, at summar dagar, tá ið tað hevur verið nógv sól, hevur tað nøktað tørvin hjá øllum plássunum sunnan fyri Vág, og enntá eitt sindur meiri enn tað. Plássini sunnan fyri Vág, eru Lopra, akrar, Víkarbyrgi, Sumba og Akraberg.

Hann sigur, at stóra avbjóðingin er um sólorkuverki heldur í ódnarveðri, men tað hevur so staðið sína roynd í vetur, men higartil er eingin skaði.

Sólorkuverkið í Sumba er ein tvey ára royndarætlan við tí endamálið at fáa eina ábending um, hvussu stóran týdning sólorka kann fáa í samband við at fáa burðardyggar orkukeldur í Føroyum.

Eyðvitað gevur eitt sólorkuverk ikki nevnivert at streymi um veturin tað er eisini serliga ætlað at geva streym í summarhálvini, tá tað er minni av vindorku og vatnorku.

– Verður sólorka ein partur av elorkuni í Suðuroy, saman við vatnorkuni, kann hon spara oljurikna Sev-verkinum í Vági eini 35 tons av olju um árið. 

Sev er eisini í ferð við at seta vindmyllur upp Suðuroy, og saman við battaríum, og aðrari tekniskari útgerð, sum ætlanin eisini er at royna, kann Suðuroyggin verða ein orkumiðdepil, tá talan er um varandi orku, hevur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev, áður sagt.