– Nú hava vit møguleikan at rætta uppá slagsíðuna í Hoyvíkssáttmálanum. Tað sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya, nú ætlanin er at lata Hoyvíkssáttmálan ímillum Føroyar og Ísland, halda fram
Hann sigur, at Hoyvíkssáttmálin er mest umfatandi sáttmáli, Føroyar hava við eitt annað land, tí hann ger Føroyar og Ísland eitt felags búskaparøki.
– Hetta merkir, at tað, við ávísum undantøkum er fríur flutningur av kapitali, vørum, arbeiðsmegi og tænastum ímillum londini bæði.
Men sigert Patursson sigur, at veruleikin er ein annar, tí á fleiri økjum virkar sáttmálin bert annan vegin – og tað er altíð til fyrimuns fyri Ísland.
Hann vísir á, at Íslendingar hava dugað so væl at misbrúka sáttmálan, tí hvat landbúnaðarvørum viðvíkur, hevur tað enn ikki borið til at fingið nakað gagn burturúr fríhandlinum við Ísland.
Tí heitir Bóndafelagið á Jenis av Rana, landstýrismann í uttanríkismálum um at taka landbúnaðarvørur úr sáttmálanum, áðrenn hann ætlandi verður settur í gildið aftur.
– Tá ið tað er gjørt, kunnu vit samráðast á jøvnum føti, um hvørjar, og hvussu nógv av hvørjari vøru, vit selja til hvønn annan í fríum handli.
Gongur fríur handil ikki báðar vegir, er tað ikki fríhandil, sigur hann.
– Vit sóu ein møguleika í Hoyvíkssáttmálanum, men enn hevur hann bert verið ein bági, sigur Sigert Patursson.