Hiddink vil ikki til Chelsea

Áhaldandi søgur vilja verða við, at hollendski venjarin Guus Hiddink verður næsti venjarin í enska felagnum Chelsea. Hiddink hevur gott samband við russiska eigaran av Chelsea, Roman Abramovich, men hollendski venjari sjálvur vísur aftur, at hann er á veg til Chelsea. Í løtuni er Hiddink venjari hjá russiska landsliðnum, og hann ætlar sær at verða verandi í tí starvinum fram til 2008.