Hiddink ávarar Chelsea-spælarnar

Núverandi venjarin hjá Chelsea, hollendingurin, Guus Hiddink heldur ikki, at tað eigur at ávirka spælarnar hjá Chelsea, at hann hevur boðað frá, at hann ikki verður venjari felagsins koamndi kappingarár.

 

- Um spælarnir spæla ein vánaligan dyst ímóti Liverpool í Champions League, tí venjarin hevur boðað frá, at hann ikki verður verandi í felagnum, so hava spælarnir ikki tann rætta hugburðin. Teir eiga at kunna svara fyri tað stóru uppgávuna, sum er fyri framman. Gera teir ikki tað, so eru teir ikki egnaðir at spæla fyri eitt stórt felag. Tað, at vit mundu blakað eina 4-0 leiðslu ímóti Bolton burtur, var ein sonn útpurring áðrenn dystin ímóti Liverpool í kvøld, staðfestir Hiddink.

 

- Vit hava fyrireika okkum væl til dystin ímóti Liverpool. Mong vilja halda, at um tú vinnur ein útidyst í europeiskari kapping, so hevur tú einki at óttast fyri til returdystin. Men soleiðis hugsa vit ikki. Liverpool er eitt gott lið, sum spælir góðan fótbólt, og tað eru vit greiðir yvir. Teir hava eina stolta fortíð, og vit mugu vera klárir til ta stóru uppgávuna, sigur Guus Hiddink til bretskar miðlar.