Síðan Scolari varð koyrdur í Chelsea havan nógv nøvn verið nevnd sum næsti venjarin hjá Chelsea. Líkt er nú til, at Guus Hiddink skal taka sær av Chelsea komandi tíðina.
- Hevði tað verið nakað annað felag, so hevði eg helst sagt nei, men eg eri væl við leiðsluna í Chelsea, og tá teir biðja meg um hjálp, so vil eg fegin hjálpa, sigur Guus Hiddink við BBC.
Hinvegin vil hann ikki siga starvið hjá russiska fótbóltssambandinum frá sær, tí tað var ein langtíðaruppgáva, sum hann ikki vil rýma frá.
Hetta hevur Chelsea eftir øllum at døma góðtikið.
Hiddink var í 2005 bæði venjari hjá PSV og hjá Avstralia.
- Eg havi roynt hetta fyrr, so eg kenni til støðuna, sigur hann.










