Hiddink kann gerast russi

Russiski forsetin, Dimitrij Medvedev, var somikið ovurfegin um russiska sigurin á Hollandi, at hann nú hevur boðið Guus Hiddink at gerast russiskur ríkisborgari. – Honum nýtist ikki at fara heim til Hollands, um hann er bangin fyri tí. Vit kunnu saktans gera hann til russiskan ríkisborgara, segði Medvedev á einum tíðindafundi í Russlandi. Undan tilboðnum frá Medvedev er Hiddink eisini heiðursborgari í Suðurkorea, eftir at hann leiddi landið fram til hálvfinalurnar í HM-kappingini í 2002.