Ein av kendastu fótbóltsvenjarunum í heiminum takkar skjótt fyri seg. 66 ára gamli Guus Hiddink, sum í løtuni er venjari hjá russiska Anzhi Makhachkala, hevur ikki hug at halda fram eftir verandi kappingarár. Hann hevur verið venjari í 30 ár.
- Tað var ongantíð ætlanin at verða verandi leingi, tá ið eg kom til hetta felagið. Eg ætli mær at steðga eftir hetta kappingarárið. Eg eri 66 ára gamal nú, og eg havi fingið nokk, sigur Guus Hiddink við De Telegraaf.
Guus Hiddink hevur verið venjari hjá De Graafschap, Fenerbahce, Valencia, Hollandi, Real Madrid, Real Betis, Suðurkorea, PSV Eindhoven, Avstralia, Russlandi, Chelsea, Turkalandi og nú Anzhi Makhachkala.
Nógv hava róst Guus Hiddink fyri at megna at fáa Suðurkorea heilt fram til hálvfinaluna í HM 2002. Hann megnaði eisini eitt nú at vinna seks hollendsk meistaraheiti og enska FA Cup.