Niðurlendski fótbóltsvenjarin Guus Hiddink hevur havt eina hepna hond, síðani hann tók við sum venjari í Chelsea fyrr í ár. Hiddink varð settur at røkja starvið fram til summarsteðgin, og nú ger leiðslan í Chelsea greitt, at Hiddink heldur ikki fram, hóast úrslitini hava verið góð. Guus Hiddink er venjari hjá russiska landsliðnum, og har heldur hann fram sum venjari.










