Hickersberger vil burtur

Hóast teir ikki vunnu seg víðari, so hava eysturríkski landsliðsvenjarin, Josef Hickersberger, og spælarar hansara gjørt døpru forsøgnunum fyri skommum. Fólk roknaðu nevnliga við, at Eyusturríki fór at verða bukað av, og tað fær nú Hickersberger at svara aftur. – Eg vildi verið fegin, um fótbóltssambandið kom við einum manni, sum hevur dirvi til at loysa meg av. Eg ætlaði, at vit skuldu víðari, og tí málinum rukku vit ikki. So eg havi ikki gjørt mítt arbeiði nóg væl, sigur Hickersberger.