Hickersberger sá reytt

Saman við týska venjaranum, Joachim Löw, varð Josef Hickersberger rikin upp á áskoðaraplássini, tá Eysturríki í gjár mátti lúta fyri Týsklandi

Fótbóltur

 

Tað eydnaðist ikki hjá Eysturríki at skapa stóru sensatiónina, tá teir í gjár skulu royna at koppa stórabeiggjanum úr Týsklandi. Uppgerðin var avgerandi fyri báðar partar, tí við týska tapinum móti Kroatia var trýst eisini á stórveldinum, sum skuldi vinna, um teir skuldu vera vísir í at røkka næsta umfarinum í EM-endaspælinum.

 

Drama á beinkinum

Og leingi livdi Eysturríki í vónini. Sæð burtur frá einum mest sum ótrúligum avbrennara hjá Miroslav Klose tíðliga í dystinum, so var rættiliga avmarkað, hvat týskarar megnaðu og vildu í dystinum.

Í so máta spruttaði Eysturríki meira, tá ferð eftir ferð royndu at flyta fólk fram móti týska brotsteiginum. Men har var størsti trupulleikin, at liðið vildi meira, enn teir megnaðu, og tí komu teir ongan tíð til teir heilt stóru møguleikarnar.

Og hjá venjarunum báðum stóð eisini nógv á. Somikið nógv, at Hickersberger og Löw stutt fyri hálvleik fingu marchordra frá spanska dómaranum, sum hevði fingið nóg mikið at teimum báðum kamphanunum.

Á vøllinum helt spælið fram, men tá Michael Ballack við eini frísparkskanón skoraði til 1-0, kámaðist vónin hjá heimaliðnum av álvara. Ballack hevði annars ein av sínum heilt friðarligu døgum, men frísparkið var væl eitt klassiskt dømi um, at teir stóru spælararnir megna at prógva sítt virði, júst tá tørvurin er størstur.

 

Sterkir kroatar

Sigurin bar við sær, at Týskland vann seg víðari sum tvey’ari í bólkinum. Oddasessin tók Kroatia sær av, tá teir eisini vunnu triðja dystin í bólkaspælinum. Hesin varð móti Póllandi, sum varð sent heim við 1-0 tapi.

Og tann sigurin undirstrikaði enn eina ferð styrkina hjá Kroatia, sum fór úr bólkaspælinum við fullum stigatali. Um tað so er nóg mikið til at koma eins langt, sum Suker og vinir hansara gjørdu tað í HM-kappingini í 2000, er ein annar spurningur. Men Modric og hinir á kroatiska liðnum, anno 2008, hava helst sína greiðu fatan av hesum.