Hickersberger kemur ikki til Føroya

Venjarin hjá Eysturríki boðaði í gjárkvøldið frá, at hann leggur frá sær beinanvegin

Fótbóltur

 

Føroyar og Eysturríki skulu spæla fótbóltslandsdyst í Føroyum 11. oktober. Talan er um undankappingardyst til HM endaspælið, sum verður í Suðurafrika í 2010.

Ein av áhugaverdu søgunum í sambandi við júst hesa vitjanina hevur verið, at Josef Hickersberger er venjari hjá Eysturríki. Tað var hann eisini, tá ið Føroyar í 1990 vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona.

Nú er tað greitt, at Hickersberger verður ikki venjari, tá ið Eysturríki fer at vitja her í oktober.

Í gjárkvøldið boðaði 60 ára gamli venjarin frá, at hann leggur frá sær nú beinanvegin, eftir at leikluturin hjá Eysturríki í EM endaspælinum á heimavølli er av:

- Eg eri móður og kenni meg tóman. Nú tørvar mær tíð til at løða battaríini aftur. Hetta kapitilið er liðug, sigur Hickersberger í kvøld við eysturríkska blaðið Der Standard.

Í hesum umfarinum hevur Hickersberger verið landsliðsvenjari síðani í januar 2006.

Hann var eisini venjari, tá ið Eysturríki luttók í HM endaspælinum í Italia í 1990, og eftir eyðmýkingina, tá ið Føroyar 12. september í 1990 vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona, legði hann frá sær.