Seinnapartin leygardagin var seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali, har ikki færri enn 27 lið úr fýra feløgum vóru við. Havnar Fimleikafelag hevði tíggju lið, Støkk sjey, Ljósið seks og vertirnir úr Flog høvdu fýra lið við í kappingini.
Av tí at hetta var seinna steypakappingin, blivu úrslitini frá hesi og fyrru kappingini løgd saman, so finnast kundi fram til samlaða steypavinnaran, sum í teimum fimm aldursbólkunum var liðið við flestu stigunum tilsamans. Stigini hjá teimum fremstu síggjast á talvuni.
Hjá kvinnunum vóru bara tvey lið við, sum bæði komu frá Havnar Fimleikafelag, og har vann Hulda báðar kappingarnar framman fyri hitt liðið, sum æt Herta.
Hjá unglingunum vann Alda úr HF, Viljin úr Støkk bleiv næstfremst og Ljósið triðfremst.
Svalan úr Støkk vann hjá gentunum, og so komu Eina úr HF og Ljósið.
Hjá smágentunum vann Nita úr HF í harðari kapping við Vípuna úr Støkk, og Nora úr HF var heldur ikki langt aftanfyri. Her var enntá so javnt, at her var ikki sami vinnari í fyrru og seinnu kappingini.
Og hjá smágentum vann Flykran úr Støkk framman fyri Fenju úr HF og Firvaldar úr Ljósinum.
Í mun til undanfarin ár, so telur samlaði karakterurin í steypakappingini við, tá kappast verður um føroyameistaraheitið, so ein vánaligur FM-dagur kann saktans bjargast, um væl gekst í steypakappingini.
– Upp á tann mátan fæst enn størri vissa fyri, at tey bestu veruliga eru tey bestu. Skuldi eitt lið, sum hevur staðið seg væl í fleiri steypakappingum, staðið seg illa í hesi einu FM-kappingini, kunnu karakterirnir frá steypakappingunum lyfta samlaða avrikið, sigur Elin H. Joensen, forkvinna í Fimleikasambandinum.
Pinkur
1 Flykran, Støkk (12,25+11,54) 23,79
2 Fenja, HF (11,61+10,76) 22,37
3 Firvaldar, Ljósið (10,21+8,71) 18,92
Smágentur
1 Nita, HF (13,01+12,24) 25,25
2 Vípan, Støkk (13,39+11,77) 25,16
3 Nora, HF (13,02+11,83) 24,85
Gentur
1 Svalan, Støkk (13,97+13,53) 27,50
2 Eina, HF (13,52+12,95) 26,47
3 Ljósið (13,08+12,02) 25,10
Unglingar
1 Alda, HF (12,95+14,22) 27,17
2 Viljin, Støkk (10,88+12,84) 23,72
3 Ljósið (11,11+12,30) 23,41
Kvinnur
1 Hulda, HF (12,65+13,78) 26,43
2 Herta, HF (9,95+11,45) 21,40