Tá støðan millum Yrkisfelag Studenta- og HF lærara og landsstýrismanninum í skúlamálum eftir øllum at døma hevur læst seg fasta, eigur løgmaður sum skjótast at taka neyðug stig til at fáa málið loyst.
Tað er heilt órímiligt og ábyrgdarleyst, at HF- og studentaskúlanæmingar skulu verða gíslar í einum stríði millum nevnda yrkisfelag og landsstýrið.
Fyri hvønn dag ið gongur verða møguleikar næminganna fyri at koma ígjøgnum tað neyðuga pensumið munandi skerdir og kann hetta í ringasta føri hava við sær, at próvtøkan ikki kann náast til ásettu tíðina.
Hetta er ein ótolandi støða fyri næmingarnar og má tí nú ein avgerð takast, sum fyribyrgur nevndu óhepnu avleiðingum.
Næmingarnir mega sleppa aftur í skúla sum skjótast.
Um landsstýrismaður ikki vil ella megnar at fáa átroðkandi mál loyst, er tað eftir okkara tykki løgmaður, ið hevur ábyrgd og skyldu at taka neyðug stig.
Fyri meir enn einari viku síðan sendi Miðflokkurin skriv til løgmann, við áheitan um, at hann tók neyðug stig til at fáa málið loyst.
Hugaligt, at Javnaðarflokkurin nú eisini tekur undir við hesi áheitan okkara.
Eiði 15.01.98
Tordur J. Niclasen,
løgtingsmaður