Hetta seinasta árið hevur Suðuroyar Tónleikarafelag arbeitt við at fáa innivist til tónleikarabólkar í Suðuroynni.
Nú er komið upp undir land við venjingarhølum í Vági. Húsini eru tey gomlu HF hølini í Vági á Vágsvegi 44.
Húsini hava trý rúmlig høli og møguleiki er hjá tónleikarum at venja, skriva tónleik og annars at skapa sær eitt tónleikaumhvørvi.
Í løtuni húsast tveir bólkar, Incurse og Garagejammers her, og lata teir væl at nýggju tónleikahølunum í Vági, skrivar Suðuroyarportalurin.
Leggjast kann afturat at arbeitt verður við at fáa venjingahøli á Tvøroyri.