HF eisini stinnast millum eldru íðkararnar

Elsbeth Dalbø, HF, gull, Vár Hansen, HF, silvur og Anna Paula Garðshorn, Ljósið, bronsu í forskotnari barr fyri kvinnuunglingar

Hjá eldru fimleikarunum var tað eisini Havnar Fimleikafelag, sum fór avstað við tí mesta, tá fyrsta steypakappingin í amboðsfimleiki varð hildin í Fimi leygardagin. Har gjørdist úrtøkan 11 gullheiðursmerki, 10 silvurheiðursmerki og 6 bronsuheiðursmerki til HF. Her skal tó viðmerkjast, at Havnar Fimleikafelag hevði nógv teir flestu íðkararnar.

Støkk fekk eitt gull, eitt silvur og eitt bronsu, meðan Ljósið fekk eitt gull og fýra bronsu.

Størsta einstaka hálið gjørdi Kristian Knudsen frá Havnar Fimleikafelag, sum vann gull í parallellari barr og rekkkappingini fyri dreingir og silvur á gólvinum.

Christopher Klevang, eisini úr HF, vann tvey gull og eitt bronsu í kappingini fyri dreingir, gull á gólvinum og í rekk og bronsu í parallellari barr.

Rebekka Ingadóttir úr HF vann tvey gullheiðursmerki, í forskotnari barr og lopi fyri gentur. 