Hezzy og Sayit í Havnini um vikuskiftið

Leygarkvøldið bjóða Luux og Rex til eitt ordans popp brak, tá ið Hezzy og Sayit vitja Havnina.

 

Sayit hevur verið í Føroyum áður - hann spældi saman Bobby Kimball frá Toto, og hann vitjar aftur í Føroyum í august, tá ið hann skal framføra á SummarFestivalinum saman við Legends.

 

Sayit er ikki hvør sum helst. Umframt at spæla við Legends, hevur hann eisini spælt saman við Enrique Iglesias, Yngwie Malmsteen, Jimi Jamison (Survivor), Kate Melua og Joe Lynn Turner (Deep purple).

 

Fríggjakvøldið spæla teir í Rex og leygarkvøldið í Luux. Teir báðir lova eitt ordans brak við kendum hittum, og verður tað alt frá Pokerface til Enter Sandman á skránni frá vælsvingandi monnunum.