Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Íslandi flytir seg í ein landnyrðing og hevur regn og ælaveður við sær. Komandi dagarnar liggja Føroyar í einum streymi úr útsynningi við onkrum ælaveðri. Hósdagin flytir eitt brúgvalag við regni seg inn yvir Føroyar úr vestri.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt veður og nakað av sól, og hitin millum 10 og 14 stig. Um náttina turt og partvís klárt veður, og hitin niður í 7 stig.
Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Nakað av sól og yvirhøvur turt og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og at byrja við klárt, seinni skýggjað veður. Hitin millum 8 og 10 stig.
Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar út á kvøldið, og um náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Sum frá líður verður skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig.
Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum síðst á dagin minkar og verður til eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn, og hitin millum 10 og 12 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum spakuliga minkar til eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Nakað av sól og okkurt æli. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.