Mikudagin seinnapartin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi og eystri og ælingur. Hitin millum seks og níggju stig.
Hósdagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum sjey og tíggju stig.
Fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi og regn av og á. Hitin millum sjey og tíggju stig.
Leygardagin upp í hvassan mynd av landsynningi og regn av og á, sunnudagin nakað minni vindur av eystri og yvirhøvur turt. Hitin millum seks og tíggju stig.
Mikumorgunin kom eitt brúgvalag í útsynning úr Føroyum hendanvegin. Hósnáttina fara brúgvaløgini við Føroyar í ein landnyrðing.