Heystveður

Veðrið byrjar so spakuliga at samsvara við árstíðina, um veðurforsøgnin hjá DMI er álítandi.

Eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum sendir sunnudagin eitt brúgvalag við regni inn yvir Føroyar av vestri. Mánadagin kemur enn eitt brúgvalag yvir Føroyar. Tað tilhoyrandi lágtrýstið fer væntandi framvið Íslandi úr suðri og førir til nógvan vind í Føroyum týsdagin. Síðani breiðir eitt hátrýst seg yvir Føroyar av suðri og ger veðrið støðugari.

  

Sunnudagin verður skýggjað og stundum regn við andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekdunið. Seinnapartin snarar hann í ein vestan og útsynning og verður til eitt lot ella gul, undir 6 metrar um sekundið. Tað klárar í, tó verður møguliga mjørki. Hitin um 10 stig. Mánanáttina skýggjað og regn av og á. Gul til stívt andøvgsul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið og hitin enn um 10 stig.

 

Mánadagin øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Um kvøldið øtlar hann aftur vindin og um náttina verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið. Sum frá líður verður turt og klárt. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið, sum seinnapartin snarar í ein útsynning og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrrapartin turt og sólglottar, seinnapartin skýggjað og kanska regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið og náttina gult til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og partvís klárt, og hitin niður í millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Um kvøldið øtlar hann upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men onkrir sólglottar. Hitin um 10 stig.

 

Hósdagin verður lot til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 3 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul, í støðum upp í ein strúk, 5 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men í støðum sól. Hitin um 10 stig.