Heystmarknaður við føroyskari grøði og framleiðslu

- Vit ynskja, at alt í tjaldinum verður av føroyskum uppruna - ella tilvirkað í Føroyum.

Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár skipað fyri heystmarknaði á Tvøroyri.

 

 

Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár skipað fyri heystmarknaði á Tvøroyri. Í ár verður dagurin leygardagin hin 2. oktober.

 

- Stjóra tjaldið verður reist í miðbýnum, og eftir ætlan fer tjaldið at hava mangt ymiskt áhugavert til tey vitjandi.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

- Sum vanligt er temaið “føroyskt”, og vit ynskja, at alt í tjaldinum verður av føroyskum uppruna - ella tilvirkað í Føroyum. Grønmeti, fiskur, kjøt, hondarbeiði og annað slíkt er væl hóskandi. 

 

Tað er ókeypis at bíleggja sær borð til heystmarknaðin. So, hevur tú hug at verða við, ert tú vælkomin at bíleggja tær borð, og freistin at tilmelda seg er sett til mikudagin hin 29. september.

 

- Vit fara at kunna nærri um heystmarknaðin, tá tiltakið nærkast, leggja tey aftrat í Tvøroyrar kommunu.

 

 

 

 

 

Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár skipað fyri heystmarknaði á Tvøroyri.