Argir: Á hvørjum ári hevur Kirkju og Missiónshúsið á Argjum verið karmur um hesi heystmøtini, tá komið er inn í november mánað.
Í ár er einki undantak í so máta, og í kvøld verður so fyrsta møtið av íalt trimum. Øll kvøldini eru skipað sum evniskvøld við talu og sangi.
Roynt hevur verið at fáa talarar uttanlands til hesi heystmøtini, soleiðis at ein kann fáa endurnýggjan og íblástur til vanligu møtini.
Soleiðis hevur tað eydnast stýrinum at fáa Símun Jacobsen at koma higar at tala við møtini í ár. Símun er kendur við arbeiðið í Meinigheitshúsinum í Havn, áðrenn hann fór til Århus at lesa gudfrøði á Menighedsfakultetet.
Á møtinum í kvøld talar fer Símun Jacobsen um evnið "Lívið sum kristin". Við møtið í kvøld syngur Meinigheitskórið í Havn.
Í annaðkvøld er evnið "Guds lamb", og syngja tá trý fólk av Argjum, nevniliga Jutta, Rannvá og Jens Súni.
Møtirøðin endar sunnukvøldið kl. 18, tá Símun fer at tosa um evnið "Hin góði hirðin". Við hetta møtið syngja og spæla Petur Hans og Thomas.
Sagt verður, at undir møtunum verður barnaansing, og eftir møtin er ein drekkamuður á skránni.